Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, skipar fyri sokallaðum Study Groups fyri limalond síni. Tað var í hesum sambandi, at føroyskir venjarar vóru í Íslandi frá 19. til 22. mai og viðgjørdu kvinnufótbólt. Hesum boðar FSF frá á síni heimasíðu.
Endamálið við hesum bólkaarbeiðnum er, at londini kunnu kunna seg um, hvussu arbeiði verður skipað aðrastaðni innan tey fýra høvuðsøkini, sum eru venjaraútbúgvingar, grasrótarfótbólt, kvinnufótbólt og elituungdómsfótbólt.
FSF sigur, at vitjanin í Íslandi var sera viðkomandi og áhugaverd fyri føroysku luttakararnar.
Umframt Ísland og Føroyar, luttóku Liktinstein og Gibraltar eisini á Study Group í Reykjavík, ið var hildin frá 19. til 22. mai í ár.