Kvinnufinalan framskundað

Kvinnufinalan leygardagin er framskundað ein tíma

Kvinnufinalan í hondbólti millum VÍF og Kyndil, sum verður leygardagin, er framskundað ein tíma. Sostatt verður fyrsta bríksl klokkan 17.00 í Vestmenna, og ikki klokkan 18.00 sum ætlað.

##ms## 

Orsøkin er, at fimta og avgerandi finalan hjá monnunum verður í Hoyvík klokkan 20.00. Hon er millum H71 og Neistan. Hetta gevur áskoðarum, áhugaðum og eitt nú miðlum at verða á báðum støðum.

Tað er ein møguleiki fyri, at kvinnurnar hjá VÍF vinna FM-gull leygardagin. Tær vunnu fyrstu av trimum møguligum finalum í gjár 26-23. Vinna tær aftur leygardagin, so eru tær FM-vinnarar og steypið skal handast.

Tí verður mett, at tað er skilagott at tað eru tríggir tímar millum fyrstu bríkslini leygardagin.