Kvinnufelagssamskipan Føroya er á ársfundi á Glyvrum dýra biðidag kunnað um, at steðgur er komin í nevndararbeiðið viðvíkjandi almenna barnsburðargrunninum.
Kvinnufelagssamskipan Føroya harmast um støðuna og heitir á avvarandi myndugleikar um at bera so í bandi, at arbeiðið verður tikið uppaftur sum skjótast.
Barnsburðargrunnurin hevur leingi verið hjartamál hjá føroysku kvinnurørsluni, og tí má málið, saum hevur skund, undir ongum umstøðum detta niðurfyri, sigur Kvinnufelagssamskipan Føroya í yvirlýsing










