Í sambandi við at ST sáttmálin um kvinnurættindi, nevndur CEDAW, verður eftirmettur í ár, hevur Kvinnufelagið valt at taka støði í hesum sáttmála á Altjóða Kvinnudegnum 2013.
Tiltakið fer fram í Miðlahúsinum í kvøld.
Fundurin fer við støði í CEDAW sáttmálanum at viðgera støðuna viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum. Tiltakið verður skipað við framløgum og kjaki.
Elin Heinesen syngur og harumframt verður felagssangur.
Í sambandi 8. mars 2013 hevur Kvinnufelagið sett fram trý ynskir, sum skulu viðvirka til at fremja javnstøðu í Føroyum og harvið minka um tann kynsmun, sum framvegis er galdandi. Átøkini til tess at fremja javnstøðu eru:
At avleiðingar fyri javnstøðu skulu viðgerast, tá lógaruppskot verða gjørd
Víðka § 8 í javnstøðulógini til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna
Oyramerkt barnsburðarfarloyvi til pápar
Tiltakið byrjar klokkan 19.30 og er alment og ókeypis.