Kvinnufeløg átala løgmann

Kvinnufelagssamskipan Føroya mótmælir nú, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, loyvir sær at gera so grovar generaliseringar um føroyskar kvinnur, sum hann gjørdi í samrøðu við donsku sjónvarpssrásina TV2, sum snúði seg um, hvønn týdning tað hevur fyri føroyingar, at drotningin nevnir Føroyar í sínari nýggjársrøðu.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði millum annað í samrøðuni, at:

- Det betyder meget for os, at vi bliver nævnt i hendes tale. (..) Vores kvinder læser også meget i de forskellige dagblade, om vi så nævner Se & Hør, Ude og Hjemme, Familje Journales. Vores mandfolk læser nok også de forskellige ugeblade, segði løgmaður í viðtaluni.

Hesum finst Kvinnufelagssamkipan Føroya at.

- Føroyskar kvinnur verða allar sleptar niður í ein pott og verða lýstar sum persónar, sum dáma sera væl at lesa donsk vikubløð, nevnd verða beinleiðs Se & Hør, Ude og Hjemme og Familie Journalen, og løgmaður pástendur eisini at føroyskar kvinnur lesa litaðu vikubløðini, tí teimum dámar so væl at hyggja at og tosa um fínu kjólarnar, sum tey kongaligu og onnur eru í, skrivar Kvinnufelagssamkipan Føroya, og heldur fram:

- Vit hava als onki ímóti, at fólk lesa vikubløð og hyggja eftir fínum kjólum, vit ætla okkum heldur ikki at hava at løgmanni og privatu áskoðan hansara á kvinnur, men vit vilja átala, at Føroya løgmaður ger so grovar generaliseringar av lesnaðinum hjá føroyskum kvinnum og áhuga teirra fyri fínum kjólum. Hetta eigur eftir okkara tykki ikki at koma fyri í einari viðmerking frá einum almennum persóni, sum Føroya løgmaður er, boðar Kvinnufelagssamkipan Føroya frá í skrivi, sent fjølmiðlunum.

Kvinnufelagssamskipan Føroya er umboðsnevd fyri kvinnufeløg í Føroyum. Limafeløgini eru Kvinnufelagið í Havn, Skála Húsmøðrafelag Valkyrjurnar og Tofta Kvinnufelag Kongshavnar Kvinnufelag.

DAGFØRT: Kaj Leo Johannesen takkar Kvinnufelagssamskipan Føroya fyri viðmerkingina. Hann skrivar á Facebook, at:

"Fyrst vil eg takka fyri tykkara nøgdsemi við mína nýggjársrøðu, hareftir vil eg geva eina umbering fyri, at eg havi verið ov generaliserandi í mínum orðavali í einum setningi, í einum beinleiðis práti við TV2 á nýggjárinum."

Samrøðan, sum TV2 hevði við løgmann, kann síggjast HER.