Temadagurin um kvinnufótbólt byrjar longu við morgunmati klokkan 9.30, og klokkan 10 fer so sjálv fundarskráin í gongd. Fótbóltssambandið hevur mælt feløgunum til at senda trý umboð til fundin, og hava feløgini fingið at vitað, at hesi eiga at vera eitt nú nevndarlimir, ábyrgdarfólk, kvinnu- og gentuvenjarar, ið altso varða av kvinnufótbóltinum í einstaka felagnum.
Ætlanin við fundinum er at fáa sett størri fokus á kvinnufótbólt, at fáa fleiri gentur at spæla fótbólt og at fáa fleiri kvinnuligar spælarar at halda longri á í fótbólti. Ljós verður varpað á hesi evni á ymsan hátt gjøgnum dagin, ið byrjar við nøkrum sjónarmiðum um føroyskan kvinnufótbólt, ið tekniski stjórin, Petur Simonsen, og landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, fara at leggja fram.
Serligur gestur á temadegnum er fyrrverandi svenski landsliðsspælarin, Susanne Erlandsson, sum er varaforseti í svenska fótbóltssambandinum, umframt at hon situr í fótbóltsnevndunum hjá bæði UEFA og FIFA. Hon hevur ein part av síni framløgu fyri døgurða, og aftaná heldur hon fram, tá høvi eisini er at gera viðmerkingar ella koma við spurningum.
Somuleiðis verða sjónarmið at hoyra frá Víkingi sum felag, Randi Wardum sum spælara og Bjørn Krog sum venjara, og dagurin endar annars við at taka samanum, hvørji málini eru, hvussu tey verða rokkin og hvør skal gera hvat.