Upprunaliga var ætlanin, at fyrsta umfar í landskappingini í 1. deild hjá kvinnum skuldi spælast leygardagin, men av tí at kavi var á summum vallum, vóru allir tríggir dystirnir útsettir. Nú hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum so gjørt av, at teir verða spældir í dag í staðin. Dystirnir eru KÍ-EB/Streymur í Klaksvík, AB-Skála á Argjum og Víkingur-B68/NSÍ í Gøtu.