Kvinnudagurin 8. mars 2009: Fá betri ráð - soleiðis!

Sunnudagin 8. mars skipar Kvinnufelagið í Havn fyri stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum kl. 14-18. Eitt nú verður fyrilestri og workshop um privatøkonomi við Lisbeth Nebelong - Hóast nýtsluveitslan er av, nýtist lívið ikki at verða keðiligt og fátækt. Tá ið kreppan kráar ræður um at finna fram aftur góðar, gamlar, kvinnuligar dygdir: at verða kreativ og at gera tað til eitt spæl at fáa meira fyri minni.

Soleiðis sigur kendi danski serfrøðingurin og ráðgevin innan privatøkonomi, Lisbeth Nebelong, ið verður millum luttakararnar á Altjóða Kvinnudegnum sunnudagin 8. mars undir heitinum ?Frá undirskoti til yvirskot?.

Tveit tímar um, hvussu tú vendir mótráki til viðrák og fært skil á privata búskapinum, hvussu tú sleppur av við pengasorgirnar og sum heild fært betri umstøður at liva soleiðis, sum tú ynskir.

Elin Winther Poulsen, journalistur, fer í dýpdina við einum kvinnuligum stjóra, sum ofta stendur fyri skotum í almenna rúminum, og kvinnukórið Cantabile, undir leiðslu av Unn Paturson, fer at syngja.

Katrin Petersen, journalistur, hugleiðir um íbornu kynsrollurnar, og studentaskúlanæmingar fara at framføra eina variatión yvir sjónleikin Eitt dukkuheim eftir Henrik Ibsen.

Ása og Annika Andreasen, damurnar handan Synergi, spyrja fjøldina: Er ljósareytt óseriøst?

Sum vant verður Kvinnudagurin eisini karmur um eina framsýning hjá Amnesty International, og SEV fer at sýna fram básin, har til ber at kanna orkunýtsluna í húsarhaldinum.

Atgongumerki til kvinnudagin fáast til keyps við dyrnar fyri 200 krónur, og tá er eisini okkurt smátt undir tunguna og eitthvørt gott at leska sær við, siga Kvinnufelagið í Havn og Kvinnufelagasamskipan Føroya.