<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
?Góðan dagin! Kanst tú stilla meg um til onkran, sum hevur við snellurnar at gera...?
Nú snellutíðin á norðhavinum byrjar, er gravgangur á snelludeildina hjá Oilwind í Miðvági.
Menn hava riggað til bæði væl og leingi, og veðurtænastan hjá Landsverksfrøðinginum og heimasíðurnar hjá theyr.net og DMI verða dúgliga vitjaðar. Spenningur er á monnum og tað er umráðandi at snellurnar virka sum tær skulu.
Maðurin í telefonini verður stillaður um, og í hinum endanum svarar ein kvinnurødd.
- Eg bað um snelludeildina, sigur maðurin.
- Ja, hetta er snelludeildin, svarar hon fryntliga.
Maðurin ótolnast eitt sindur, men roynir at vera fólkaligur, tá hann greiðir damuni frá, hvat tað er hann hevur uppá hjartað. Tað er ein av teimum automatiksu snellunum, sum ikki dregur sum hon skal, men tað nevnir hann ikki fyri henni, tað hevur hon ikki skil fyri kortini, heldur hann.
- Ja, hvat er, sum ikki virkar, spyr kvinnan.
- Jamen, kann eg ikki sleppa at tosa við ein mann...
Hesa reaktiónina mátti Eydna við hvørt smyrja seg við, tá hon í 1982 byrjaði á verkstaðnum í fyritøkuni Oilwind, sum pápi hennara hevur tikið eftir pápa og abba sín.
Uppvaksin við teknikki
Men tað, sum Eydna ikki veit um snellur, er ikki vert at vita, og so við og við hava snellumenn sæð, at hon sanniliga veit, hvat hon tosar um.
Tað kemur eisini meira enn so fyri, at hon verður uppringd av norðhavinum, tá onkur útróðrarmaður hevur trupulleikar við snellunum.
Menn kunnu vera rættuliga heitir, tá teir ringja av fiskileiðini, tí hvat kann vera meira forargiligt, enn at liggja mitt í einum góðum kenni, við snellum, sum ikki virka.
Men tað er ikki bara snellum, Eydna hevur skil fyri. Tað hoyrist, at hon er á heimabana, tá hon errin sýnir fram nýggja framkomna línuspælið, sum skjótt kemur á marknaðin.
Eydna er uppvaksin við teknikki og var bert 18 ára gomul, tá hon fór niður at lesa til tekniskan atstøðing. Endamálið hjá henni var at vera á teknistovuni, men góði rækjufiskiskapurin í 80?unum dróg mennirnar til skips, so verkstaðnum kom at mangla fólk.
Tað gjørdi, at hon fekk dreym sín uppfyltan, og var biðin at koma á verkstaðið at arbeiða. Seinni fór hon aftur til Danmarkar at lesa og varð útbúgvin verkfrøðingur í 1991.
Nú vita flestu kundarnir hjá Oilwind, at tað er eitt konufólk, teir skulu tosa við, so nú er eingin longur, ið biður um at sleppa at tosa við ein mann.
Eydna minnist, at tá hon byrjaði á verkstaðnum, var ein maður sum beint fram segði henni, at honum dámdi ikki, at hon var har.
- Hetta er okkara øki, segði hann.
Men Eydna varð verandi og hevur sanniliga prógvað, at hon dugir
sítt handverk.
Tað var langabbi Eydnu, Haraldur Joensen, sum í 1910 byrjaði smiðjuvirki við tænastu til fiskimenn.
Lítið mundi hann ána, at lítla smiðjan við tíðini fór at menna seg og verða heimskend fyri sína framkomnu framleiðslu av fiskireiðskapi. Enn minni droymdi hann um, at ein langabbadóttir hansara fór at gerast verkfrøðingur og eitt av álitunum í fyritøkuni.
Kvinnur í samtíðini
Hetta var júst sama árið, sum tað á eini kvinnuráðstevnu í Keypmannahavn varð samtykt, at alttjóða kvinnudagur skuldi haldast hvønn 8. mars. Stigtakarin til kvinnudagin var ein týsk kvinna, ið kallaðist, Clara Zetkin.
Í fyrstu syftu var málið at fáa kvinnum valrætt, og at arbeiða fyri breyði og friði. Seinnu árini er dagurin nýttur til, millum annað at vísa á misjavna kynjabýtið í politikki og leiðandi størvum.
Millum fyriskipararnar av ráðstevnuni var Nina Bang, ið var fyrsta kvinna í heiminum, sum gjørdist ministari. Hetta hendi í 1924; tá vóru liðin 9 ár, síðani danskar kvinnur fingu valrætt á jøvnum føti við menn.
Tann 27. september 1915, atkvøddi Føroya Løgting fyri, at kvinnur skuldu fáa valrætt. Men lógin mátti samtykkjast í ríkisdegnum, áðrenn hon kundi setast í gildi í Føroyum; tað hendi á vári í 1916. Kvinnurnar máttu tó bíða til val var í 1918, tá tær á fyrsta sinni slupp at velja á einum politiskum vali.
Fara vit fram til dagin í dag og hyggja inn á heimasíðuna hjá Evropa-nevndini, síggja vit, at í 2004 verða nógv tiltøk, fyri at fremja leiklutin hjá kvinnum í Evropa.
Nógv er broytt, síðani kvinnur runt allan heim byrjaðu at stríðast fyri sínum rættindum. Eitt er vist lítið at ivast í; eingin okkara hevði ynskt seg aftur í ta tíðina, tá kvinnur vóru avskornar frá nógvum av tí, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju.
Í dag er okkara samfelag soleiðis háttað, at kvinnur í veruleikanum hava somu møguleikar sum menn - tað er Eydna Sandberg Mikkelsen eitt gott dømi um.
Fakta um Eydnu.
Eydna Sandberg Mikkelsen er fødd og
uppvaksin í Miðvági og er búsitandi í Havn.
Hon er dóttir Gurli og Bjarna Joensen.
Maður hennara eitur Michael.
Tey eiga børnini, Ragnar og Margit.