Kvinnudagur: 8 feministiskir filmar

Tað er kvinnudagur og tað merkir, at tað feministiska og rættindi hjá kvinnum eru í hásæti í dag. 

 

Tað eru nógvir filmar gjørdir um júst "girl power", rættindi hjá kvinnum í ymiskum støðum og sigandi filmar um vantandi rættindi. 

 

Her eru nakrir teirra, sum filmsíðan IMDB hevur valt út. 

 

1 - Thelma&Louise

Víðagitni filmurin um báðar vinkonurnar, sum flýggja undan lívinum og monnum teirra og fara ein spennandi biltúr gjøgnum USA, sum viðførir morð og stuldur - einamest tí, at tær sum kvinnur verða álopnar av monnum. 

 

2 - 9 to 5

Ein filmur, sum lýsir vánaligu korini hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. 

 

 

3 - Erin Brockovich 

Sterka staka kvinnan við trimum børnum, sum fær gerandisdagin at hanga saman og samstundis fær sannleikan fram um eina sera óheiðurliga og kriminella el-fyritøku. 

 

 

4 - The Color Purple

Hesin filmurin fylgir lívinum hjá einari ungari, myrkari kvinnu, Celie Johnson, sum roynir alt hon er ment at finna seg sjálva aftur, eftir fleiri ár av at verða sligin av monnum. 

 

 

5 - Mona Lisa Smile

Hesin filmurin snýr seg um eina lærarinnu í 50'unum, sum eggjar sínum kvinnuligu næmingum at vilja meira við lívinum enn bert at finna ein mann. 

 

6 - If These Walls Could Talk

Filmurin fylgir trimum kvinnum frá trimum ymisku tíðarskeiðum - 1950'unum, 1970'unum og 1990'unum. Hann vísir væl, hvussu nógv órættvísi móti kvinnum batnar gjøgnum tíðina og tíverri hvussu nógv av tí ikki ger. 

 

7 - The Stepford Wives

Hesin filmurin vísir væl, hvussu eitt samfelag hevði sæð út, um kvinnur gjørdist so perfektar, sum gjørligt. Ein filmur, sum vísir tað sjúkliga í tí, sum væntað verður av kvinnnum. 

 

8 - Miss Representation

Hetta er ein dokumentarfilmur, sum vísir sannleikan handan háttin, sum kvinnur verða lýstar í miðlunum.