Javnaðarflokkurin skrivaði søgu í 1992, tá Marita Petersen tók við sum fyrsti kvinnuligi løgmaður í Føroya søgu. Síðan hevur gingið striltið hjá kvinnunum í Javnaðarflokkinum, og á løgtingsvalinum 20. januar í ár, fekk flokkurin onga kvinna valda á ting.
Hesa støðu ætla kvinnurnar í Javnaðarflokkinum at gera nakað við, og tí hava tær tikið stig til at endurstovna kvinnubólkin.
?Endamálið er at fáa kvinnurnar meir virknar í flokkinum. Tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa tær at stilla upp og fáa tær valdar í nevndirnar, tí í løtuni hava vit eitt rættiliga einoygt demokrati, sigur ein av oddakvinnunum, Elin Lindenskov.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin hevur ein kvinnubólk, tí fyri góðum 10 árum síðan vóru kvinnurnar eisini skipaðar í flokkinum.
Væl mótikið
Elin Lindenskov greiðir frá, at ætlanin er at fáa royndu kvinnurnar í flokkinum at leggja kvinnunum á teimum smærru støðunum kring landið lag á. Ætlanin er, at bólkurin skal møtast einar tvær ferðir um árið.
?Allir Javnaðarflokkar í hinum norðanlondunum hava kvinnubólkar, og ætlanin er eisini, at vit skulu møtast við teimum, vísir Elin Lindenskov á.
Býráðslimurin í Tórshavnar kommunu fegnast um stóru umrøðuna, sum javnstøðuøkið hevur fingið á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum.
?Fyri 10 árum síðan var tað illa dámt, at vit høvdu ein kvinnubólk, tí menninir hildu, at vit ætlaðu at yvirtaka flokkin. Nú er kortini øðrvísi, tí teir hava verið rættiliga positivir. Tað tykist sum um, at flokkurin nú vil hava gongd á málið. Eg haldi, at annar til triðji hvør maður hevur nevnt javnstøðu á landsstevnuni, og tað er ótrúliga positivt, heldur Elin Lindenskov.
Hon leggur afturat, at kvinnurnar í Javnðarflokkinum hava fingið ein góðan stuðul frá landsstýrismanninum í javnstøðumálum, Hans Paula Strøm, tí hann lyftir javnstøðuna upp, sum Elin Lindenskov málber seg.
Fær Javnaðarflokkurin umboðan á tingi næstu ferð?
Tað er sjálvsagt eitt mál hjá okkum, og tað vóni eg tí sanniliga. Tað besta hevði verið at fingið helvtina av umboðanini, sigur Elin Lindenskov skemtandi.