Eftir áheitan frá onkrum av lesarum okkara fara vit at greiða eitt sindur frá HM-kappingini í flogbólti, sum verður spæld í Japan í hesum døgum.
Hjá kvinnunum er kappingin um at vera liðug, og í dag verða seinastu dystirnir spældir. Og í morgin byrjar so kappingin hjá monnum.
Kappingin hjá kvinnunum varð býtt upp í fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum. Trý lið í hvørjum bólki komu víðari til annað umfarið. Bólkavinnararnir gjørdust ávikavist Japan (Holland tvey og Peru trý), Kuba (Italia og Bulgaria), Russland (Brasilia og Domingo-lýðveldið), og Suðurkorea (Kina og Kroatia). Thailand, Týskland, USA og Kenya komu ikki víðari frá innleiðandi bólkaspælinum.
Í øðrum umfari av kappingini vóru sostatt tólv lið eftir, har av átta komu víðari til endadystirnar (fjórðingsfinalur og dystir um endaligu plaseringarnar).
Fjórðingsfinalurnar, sum vórðu spældar mikudagin, sóu soleiðis út: Holland-Italia, Russland-Kina, Brasilia-Kuba og Japan-Kroatia. Bulgaria, Suðurkorea, Peru og Domingo-lýðveldið komu ikki víðari úr 2. umfari.
Tað var bert í einari av fjórðingsfinalunum, at nakar serligur spenningur var í. Tað var í dystinum millum Brasilia og Kuba, sum Kuba vann 3-1 við settúrslitunum 15-10, 4-15, 15-11 og 15-10. Allar hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar endaðu við 3-0 sigrum. Italia vann 15-7, 15-4, 16-14 á Hollandi, Kroatia vann 15-13, 15-5, 15-9 á vertslandinum Japan, og Kina vann rættiliga óvæntað 15-4, 15-4, 15-9 á Russlandi.
Russisku kvinnurnar verða styrkismettar sum nummar eitt í heiminum, men tær formáddu sær lítið móti asiatisku meistarunum úr Kina. Kinesisku kvinnurnar vunnu fyrst og fremst upp á ein sterkan blokk, góðar servur og stríðsvilja. Russiska liðið gjørdi óvanliga nógvar álopsfeilir, og tí fingu vit eina endurtøku av úrslitinum á olympisku leikunum í Atlanta fyri tveimum árum síðani.
Dystirnir um endaligu plaseringarnar vórðu spældir í nátt føroyska tíð, eftir at blaðið var prentað. Japan og Holland spældu um 7. plássið, Kroatia og Italia um 5. plássið, Russland og Brasilia um bronsukrónurnar, og finalan var millum Kuba og Kina. Í blaðnum leygardagin taka vit samanum kappingina hjá kvinnunum.
Kappingin hjá monnunum byrjar í morgin, og her eru 24 lið við, sum eru býtt upp í seks bólkar. Dystirnir í morgin verða í bólki A: Suðurkorea-Egyptaland og Spania-Japan. Bólkur B: Kanada-Italia og USA-Thailand. Bólkur C: Kina-Ukraine og Kekkia-Holland. Bólkur D: Argentina-Iran og Pólland-Kuba. Bólkur E: Bulgaria-Algeria og Grikkaland-Brasilia. Og í bólki F: Jugoslavia-Australia og Turkaland-Russland.
Fimm lið fingu
bót fyri búnar
HM-kappingin í Japan byrjaði annars við, at fimm av kvinnuliðunum fingu bøtur upp á 3.000 amerikanskar dollarar í part, tí búnarnir hjá teimum ikki vóru í tráð við nýggju altjóða reglurnar fyri slíkar. Tað vóru Brasilia, Bulgaria, Italia, Kroatia og Russland, sum fingu bót, tí búnarnir hjá teimum vóru ov leysir og ov víðir.
Í mars í ár viðtók altjóða flogbóltssambandið FIVB nýggjar reglar fyri, hvussu spælibúnarnir skulu síggja út, og búnarnir hjá hesum fimm liðunum luku altso ikki nýggju krøvini hjá FIVB.
FIVB, sum hevur ábyrgdina av at promovera flogbóltin um allan heimin, veit, hvussu stóran týdning tað hevur at byggja eitt sonevnt »image« upp fyri hesa vælumtóktu ítróttargrein. Sum ein liður í hesum avgjørdi flogbóltssambandið at áseta nýggjar reglur fyri búnarnar, so hesir á frægasta hátt gjørdust ein ímynd av »styrki og ferð«, sum eru fremstu virðini í flogbólti.
Onkur hevur lagt FIVB undir at fremja kynsligan ágang, men hetta vísir altjóða flogbóltssambandið harðliga aftur.
Tvey av liðunum hava í HM-kappingini hjá kvinnunum spælt í sonevndum »one-piece« búnum. Nýggju ásetingarnar hjá FIVB siga heilt greitt, at one-piece búnar eru »loyvdir«, men ikki »kravdir«.