Kvinnu-dagur hjá Fremad Amager

Konufólk sleppa ókeypis til dyst, tá Fremad Amager sunnudagin tekur móti
Thisted.

Talan er um sera týðandi dyst fyri Fremad Amager. Thisted er undan
vikuskiftinum eitt stig framman fyri nýføroyska felagið, sum við einum sigri
kann taka eitt stórt stig burtur frá niðurflytingarvandanum. Og ítróttarliga
er júst hetta fremsta málið í vár.
Og so vóna tey í felagnum helst, at hetta kann økja um stuðulin til
heimaliðið. Sagt verður frá góðum veðri við umleið 20 hitastigum, og so
kundi jú væl verið, at hópur av áskoðarum koma til dystin.