Flestu stjórar og leiðarar í føroyska vinnulívinum eru menn. Sambart Vinnuvitan eru 12 av 100 leiðarum kvinnur. Hetta talið samsvarar neyvan við førleikabýti millum menn og kvinnur. Sosialurin hevur tosað við fýra kvinnur, sum sita á leiðandi postum í privata vinnulívinum og almennu fyrisitingini um teirra royndir. Tær halda allar, at vinnan sjálv er stóri taparin av manglandi javnstøðuni.
Kvinnurnar eru: Torgun Davidsen, stjóri í Skyn, Annika Mittún Jacobsen, menningarleiðari í Eik, Kristina Háfoss, deildarstjóri fyri menning og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyar og Rúna Hilduberg, stjóri í Granskingarráðnum.
Bara diskriminatión í Løgtinginum
Kvinnurnar siga allar, at kynið ikki hevur gjørt mun, tá tær eru settar í nýggj størv ella hava fingið nýggjar uppgávur. Hugt hevur verið eftir førleikum og royndum.
Men mannligir stjórar og leiðarar eru tó ikki heilt kynsblindir. Annika Mittún Jacobsen sigur, at á onkrum arbeiðsplássum hevur hon upplivað, at tað tók eitt sindur longri tíð at vinna sær virðing millum eldri menn. Somu royndir hevur Rúna Hilduberg frá sínum leiðarastørvum.
Kristina Háfoss metir heldur ikki, at kynið hevur verið avgerandi fyri hennara yrkisleið. Løgtingið er einasta staðið hon hevur merkt til neiliga kynsdiskriminering."
- Løgtingið er einasta staðið, eg higartil havi merkt, at tað hevði týdning, hvat kynið hjá mær var. Har vart tú ofta mint á, at tú vart kvinna. Hvørja ferð okkurt varð viðgjørt, ið hevði við "berghol", "vegagerð", "skipabólkar", "fiskidagar" o.s.fr. - ja, so varð frá onkrum síðum mint á, at tú sum kvinna "ikki kundi kenna nakað til tílíkt".
Kvinnur við dirvi og sjálvsáliti
Spurdar um hví tær sita, har tær sita nú, siga leiðarnir, at tær hava tora at bjóða seg framm. Kvinnur halda seg alt ov ofta aftur. Tað krevur dirvi og sjálvsálit at verða leiðari og stjóri. Ella sum Torgun Davidsen skemtandi sigur:
- Tað hevur týdning, at kvinnur hava árræði, og at tær tora at vísa seg sum mann.
Rúna Hilduberg vísir á, at kvinnur burdu søkt fleiri størv, sum tær ikki passa heilt til. Um ein passar perfekt til starvið, er eingin avbjóðing og eingin menning. Avbjóðingin liggur í at seta seg inn í okkurt nýtt. So er tað stuttligt.
Men kanska er manglandi dirvi ein avleiðing av einari tradiónsbundnari mentan, sum upplærir gentur til ein serliga afturhaldnan leiklut. Rúna nevnir sum dømi, hvussu somu eginleikar verða lýstir ymiskt hjá kvinnum og monnum.
- Ein mannligur leiðari kann verða lýstur sum framfúsin, virkisfúsin, hann hevur power, hann vil nakað og gongur á odda. Um ein kvinnuligan leiðara við somu eginleikum verður sagt, at hon er ágangandi, kontant, ráðarík, hysterisk, aggressiv ella bara ov nógv.
Rip og Rap seta Rup
Um javnstøðan skal betrast í føroysku vinnuni, mugu leiðslurnar verða meira kynsblindar. Tær fýra kvinnurnar eru samdar um, at trupuleikin ikki bara liggur hjá tí einstøku kvinnuni, men eisini í mannligum leiðslum, sum bara seta fólk sum líkast teim sjálvum, tað vil siga menn.
Rúna Hilduberg heldur, at privata vinnan er eftirbátur, tí vinnan eftirspyr ikki kvinnur. Vinnan headhuntar ov ofta nýggjar leiðarar, og tá er skjótt til at bara verður leita millum menn. Annika Mittún Jacobsen heldur hinvegin, at privata vinnan gongur undan í javnstøðutilgongdini.
- Í dag ynskja kundarnir eina modernaða fyritøku, og tað vil eisini siga eitt javnt býtið millum menn og kvinnur. Tað er tí góður handilsskapur at seta kvinnur í leiðslustørv.
Annika tekur Eik sum dømi. Fyri fýra árum síðani vóru ongar kvinnur í leiðsluni. Í dag eru tær fimm. Men samfelagstølini vísa, at stórur ójavni framvegis er í vinnuni. Og stóri taparin er, sambart Kristinu Háfoss, vinnan sjálv.
- Føroyska vinnulívið missur nógva vitan, nógv hugskot og nógvan vøkstur við ikki at gagnnýta kvinnurnar í samfelagnum betur. Lykilin til framtíðina er vitan, fjølbroytni og tillaging, og fyri at náa hesum er neyðugt eisini at fáa kvinnur við í leiðslurnar.