Kvinnan í Norðurlondum á Landsbókasavninum

Í sambandi við at tað í komandi viku er Norðurlendsk bókasavnsvika skipar Landsbókasavnið fyri almennum tiltaki mánakvøldið Tiltakið verður klokkan 19 og tað er bæði alment og ókeypis. Á skránni verður upplestur, fyrilestur, tónleikur og framsýning.

Evnið fyri bókasavnsvikuna í ár er ?Kvinnan í Norðurlondum?, og á Landsbókasavninum mánakvøldið fer Laura Joensen at lesa upp brot úr skaldsøguni Kristin Lavransdóttur eftir Sigrid Undset í føroyskari týðing. Malan Marnersdóttir fer at halda fyrilestur um tær fyrstu føroysku skaldkonurnar, og Bergtóra Hanusardóttir fer at greiða frá, hvussu tað er at vera kvinnuligur høvundur í Føroyum. Tónleikinum hetta kvøldið fara Anna Maria Olsen, Bjarki Meitil og Rúni Eysturlíð at taka sær av.

Høvi verður eisini at síggja framsýningina ?Føroyskar skaldkonur?, sum Landsbókasavnið hevur gjørt til dagin.