Kvinnan í miðdepilin til filmsdagar

Seks nýggir filmar, ið allir hava kvinnur sum tema, verða í næstum sýndir í Havn

Filmsfelagið, Havnar Bio og Norðurlandahúsið skipa í næstum fyri filmsdøgum, har seks nýggir biograf-filmar verða sýndir. Felags fyri filmarnar er, at teir allir hava kvinnur sum tema. "Filmsdagar í Felag" verða í døgunum 5.-9. september.

 

Fyrsti filmurin er føroyski NINA, sum Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað og framleitt. Filmurin snýr seg um eitt danskt par, ið flytir til Mikladals. Fráveran hjá manninum, sum fær arbeiði í Klaksvík, fær Ninu at detta út í eitt einsemi, sum endar við at geva henni sálarliga líðing. Maria Winther Olsen verður sjálv til staðar til sýningina og fer at hava eitt upplegg um filmin. 

 

Hinir filmarnir eru allir útlendskir filmar, og her kunnu m.a. nevnast danski Wonderful Copenhagen, sum snýr seg um skuggasíðuna av Keypmannahavn um human trafficking. Ein annar filmur er norski Hva vil folk si, sum snýr seg um pakistansku Nisha, sum livir eitt dupultlív sum tannáringur í Noregi. Hendan fer Gunn Hernes, stjóri í Norðulandahúsinum, at innleiða. Rakel Helmsdal fer at hava upplegg um filmin I kill giants

 

- Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn, ljóðar tað frá Filmsfelagnum.

 

Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi. Upprunaliga felagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962 undir navninum Filmslistafelagið.

 

Filmsdagar í Felag verða 5.-9. september, og her stendur meira at lesa um teir ymsu filmarnar.