Kvinnan í miðdepilin í Sundalagnum


Altjóða kvinnudagur er 8 mars, og aftur í ár skipar Sunda Róðrarfelag fyri kvinnukvøldið í tí sambandinum

Og tað verður sjálvan kvinnudagin, leygardagin, klokkan 19.

 

Á tiltakinum fer Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, at hugleiða um, hvar kvinnan er í dag. Eisini fer Marjum Poulsen at greiða frá súkkluferðini hon fer á til París í summar til frama fyri børn við krabbameini og Turið Holm fer at hugleiða um lívið sum kvinna.

Afturat tí verður sangur og tónleikur, mótaframsýning og okkurt undir tonnina.