Orsøkin til, at kvinnan er hitt sterkara kynið, eru kvinnuligu kynshormonini, sum bjarga lívi og sum eisini gera, at kvinnur liva longri enn menn.
Hetta vísir ein nýggj kanning, sum fevnir um fleiri enn 48.000 sjúklingar, sum fingu álvarsligan skaða.
Betri mótstøðuføri
Granskarar halda orsøkin til hetta vera høga talið av kyns-hormoninum østrogen, sum hevur ein verjandi virknað.
- Kvinnuliga kynshormonið gevur helst eitt betri mótstøðuføri móti álvarsomum skaðum, samstundis sum mannligu kynshormonini minka um møguleikarnar at yvirliva álvarsamar skaðar.
Tað sigur Adil D. Haider, granskingarleiðari og professari í skurðfrøði, sum starvast við Johns Hopkins University School of Medicine.
- Kvinnur, sum hava verið fyri álvarsligum skaða, hava 14 prosent størri møguleikar fyri at yvirliva enn menn í somu støðu, sigur granskingarleiðarin.
Styrkjandi virknaður
Granskarar halda, at kvinnuligu kynshormonini hava ein immun-styrkjandi virknað, meðan mannligu hormonini hava ein dempandi virknað á immunverjuna.
Úrslit, sum líkjast hesum, eru eisini staðfest á kanningarstovum við mús, men hetta er so fyrstu ferð, at samanhangur er sæddur hjá menniskjum.
- Við nýggju granskingini í huga kunnu menn, sum koma út fyri álvarsligum skaða, kanska viðgerast við heilivági, sum “blokerar” mannligum kynshormonum sum testosteron, skrivar netsíðan www.iform.dk