Kvinna við róðrið

Tann unga Radmilla Sekerinska er fyribils vald til forsætisráðharra í Makedonia, men nógv bendir á, at hon verður sitandi í embætinum.

Tey politisku viðurskiftini í Makedonia hava verið óstøðug tað seinasta árið. Fyrst doyði Boris Trakkovski, forseti, í einari flogvanlukku, og avgjørt varð at velja forsætisráðharran, Branko Cevenkovski, til forseta. Í hansara stað varð Hari Kostov valdur til forsætisráðharra, men nú hevur hann brádliga lagt frá sær. Tí er varaforsætisráðharrin, Radmilla Sekerinska, vorðin stjórnarleiðari.

Keldur í Skopje siga við norska blaðið Dagsavisen, at tað kann væl henda, at hon verður sitandi í forsætisráðharraembætinum, tá stjórnin ætlandi verður endaliga umsipað seinni í vikuni. Radmilla Sekerinska er sosialdemokratur.