Kvinna verður heiðrað seinnapartin

Seinnapartin í dag verður ein kvinna, sum hevur skarað framúr, heiðrað í Mettustovu í Havn. Klokkan 16 í dag verður almenn móttøka í Mettustovu í Havn, har ein kvinnað verður heiðrað av Mettugrunninum.

Hetta er grunnur, sum Kvinnufelagið í Havn hevur stovnað, og er tað fyrstu ferð, at virðislønin Metta verður latin einari kvinnu, sum á ein ella annan hátt hevur skarað framúr.

Metten er ein dýrgripur eftir Guðrið Poulsen, sum vinnarin fær til ognar.

Við viðurkenningini verður eisini grundgivið fyri heiðrinum.

Peningurin í Mettungrunninum stavar frá søluni av kendu platatini, sum Jórunn Dánialsdóttir seymaði myndina til, fyri meiri enn 20 árum síðani.

Plakatin, sum ímyndar leiklutin hjá føroyskum kvinnum, varð seld úr barnavogni bæði á Ólavsøku og Norðoyastevnu eitt árið. Hon var eisini seld í bókabúðunum í Havn, og ofta varð hon tikin við á kvinnuráðstevnur, sum føroyska kvinnurørslan luttók á.

Í nevndini fyri Mettugrunnin sita: Karin Kjølbro, Tina K. Jakobsen og Birta Biskopstø.