Bretska løgreglan hevur tikið eina 23 ára gamla kvinnu, tí hildið verður, at tað var hon, sum boðaði frá einari bumbu á oljupallinum Safe Scandinavia Tey 161 starvsfólkini, sum vórðu flutt av oljupallinum Safe Scandinavia, eru nú á veg aftur til arbeiðis. Bumbuserfrøðingar hava kannað pallin, men har var eingin bumba at finna.
Bjargingartænastan í Aberdeen hevur upplýst, at ein 23 ára gomul kvinna er flutt av Safe Scandinavia inn á land og latin løgregluni. Sambært bjargingartænastuni hevur løgreglan illgruna um, at tað var tann 23 ára gamla, sum boðaði frá bumbuni á pallinum.
Bumbuhóttanin fekk myndugleikarnar at senda 14 tyrlur at flyta fólk av tí hótta pallinum. Í fyrstani ljóðaði, at tyrlurnar høvdu flutt øll tey 539 starvsfólkini av Safe Scandinavia, men BBc sigur, at 161 fólk vórðu flutt til aðrar pallar. Tey eru nú aftur á veg til arbeiðis.