Hóast samráðingarnar í AlÞingshúsinum um nýggja stjórn drógu nakað út, er nú greitt, at tað verða teir báðir flokkarnir, Samfylkingin og Vinstri-grøni flokkurin, sum fara at stjórna Íslandi komandi fýra mánaðirnar, til altingsval verður tann 25. apríl.
Fimm menn og fimm kvinnur mynda nýggju íslendsku minnilutastjórnina, sum hevur 27 av 63 tinglimum. Men við stuðli frá Framsóknarflokkinum hevur samgongan kortini meiriluta, sigur Ritzau.
Tað hevur havt stóran týdning, at ráðharrarnir, sum nú taka við leiðsluni, hava ikki sjálvir verið uppií fíggjargølum ella á annan hátt kunnu metast at vera orsøk til búskaparkreppuna, sum valdar í landinum í løtuni.
Formaðurin í Vinstra-grøna flokkinum, Steingrímur J. Sigfússon, verður varaforsætisráðharri og fíggjar- og fiskivinnuráðharri. Össur Skarphéðinsson verður uttanríkisráðharri, Ögmundur Jónasson, heilsumálaráðharri og Kolbrún Halldórsdóttir umhvørvismálaráðharri. Teir báðir ráðharrarnir, Ragna Árnadóttir, sum verður løgmála- og kirkjumálaráðharri og Gylfi Magnússon, vinnumálaráðharri, eru ikki politikarar frammanundan, men serfrøðingar, sum helst kunnu leggja stjórnini lag á, í sambandi við at fáa búskapin á rættkjøl aftur.
Av heilsuávum heldur Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, forkvinna í Samfylkingini, ikki fram í nýggju stjórnini. Hon hevur krabbamein og hevur verið í viðgerð í Svøríki seinastu tíðina.
Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at borgarligi Sjálvstæðisflokkurin ikki er partur av íslendsku stjórnini.
Bjargingarstjórn
Tá nýggja stjórnin, sum verður rópt Bjargingarstjórnin, varð kunngjørd í gjár, sunnudagin 1. februar, segði Sigurðardóttir, at tey hava sett sær fyri, at fáa skil á búskapin aftur. Hetta verður gjørt við at raðfesta sosialu økini, vanliga fólkið og vinnuna fremst.
Eitt nú verða skáar latnir húsarhaldunum, umframt, at lógin um húsagang verður broytt. Eisini eru ætlanin, at gera stórar íløgur í arbeiðsgevandi tiltøk.
Samfylkingin og tey Vinstra-grønu eru samd um, at taka upp samráðingar við altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, til tess at fáa glið á búskapin aftur, umframt at spurningurin um íslendskan limaskap í ES skal til fólkaatkvøðu. Í hesum sambandi skal ein nevnd koma við tilmælum um støðu Íslands í Evropa- og gjaldoyramálum.
Skjótt upp í ES
Nógv bendir annars á, at Ísland sleppur skjótt inn í ES, um landið ynskir tað. Vanliga krevur limaskapur í ES samráðingar í 3-5 ár, men sambært bretska blaðnum, the Guardian, kann Ísland helst gerast limur eftir bert hálvumøðrum til tveimum árum. Hetta kemst av, at landið frammanundan er limur í EBS samstarvinum hjá ES, og sostatt longu hevur nógvar lógir og líkur nógv av krøvunum um limaskap í ES. Tí kann landið gerast 29. limalandið rættiliga skjótt.
Endurskapa álitið
Í nýggja samgonguskjalinum verður eisini staðfest, at leiðslan í íslendska tjóðbankanum skal skiftast út, og at framyvir verður bert ein bankastjóri. Eisini verður arbeiðssetningur tjóðbankans endurskoðaður.
Á tíðindafundinum í gjár segði Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, at tað er umráðandi at skipa nýggja leiðslu í Tjóðbankanum, fyri at endurskapa álitið millum tjóðbankan, stjórnina og altjóða samfelagið.
Myndatekstur:
66 ára gamla Jóhanna Sigurðardóttir úr íslendska Javnaðarflokkinum, Samfylkingini, verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi og leiðari av samgonguni, sum hevur fingið heitið “bjarginarstjórnin”.
Jóhanna Sigurðardóttir hevur áður verið almannaráðharri. Hetta er fyrstu ferð, at Ísland fær ein kvinnuligan forsætisráðharra, og eisini fyrstu fer, at ein persónur, sum er opin um tað at vera samkyndur, verður stjórnarleiðari. Hon er gift við íslendska rithøvundinum og journalistinum Jóninu Leósdóttur.
Ísland hevur áður havt eina kvinnu sum forseta, Vigdís Finnbogadóttur.
--
Bersøgin kronikkur í Informatión
Einar Már Gudmundsson í Information
Fráfarna stjórnin og fráfarni forsætisráðharrin Geir H. Haarde úr borgarliga Sjálfstæðisflokkinum eru sera illa lýdd millum fólk í Íslandi í løtuni. Mótmælistiltøk og hvast orðaskifti elvdi til, at stjórnin legði frá sær í ótíð.
Hósdagin skrivar íslendski høvundurin Einar Már Gudmundsson kronikk í danska blaðnum Informatión. Her er lítið brot úr tekstinum, sum er at finna í fullum líki á netinum.
“Brotsverkið, sum er framt, er so umfatandi, at tað er nyttuleyst at nevna allar smálutirnar. Og brotsverkið er framt meðan leiðandi politikarar hava hugt at. Tá teir privatiseraðu bankarnir, lótu teir í veruleikanum vinum sínum eina gávu, lótu teir upp í hendurnar á svíkjarum, sum nú hava sett okkum í veð langt inn í framtíðina, og gjørt okkum til biddarar hjá altjóða valutagrunninum og øðrum lánistovnum.”
Einar Már Gudmunsson, Information, 29. januar 2009