Kvinna tók ein barnavogn við barni í á Amager

Foreldur í Keypmannahavn vóru fyri tí hending, at ein kvinna stjól barnavognin teirra við barninum í á Jens Warmings Vej á Amager, sigur danska løgreglan við Politiken.

 

 

Kvinnan var ikki varug við, at ein babyalarmur á í vogninum, og at foreldrini at barninum hoyrdu tað, sum fyrigekst. Foreldrini runnu oman vegin og aftana kvinnuni, sum tey hildu aftur, til løgreglan kom á staðið, sigur danska løgreglan við Politiken. 

 

 

Politiken skrivar, at barnið ikki var fyri harðskapi, og kvinnan segði fyri løgreglunu, at hon ikki sá pinkubarnið í vogninum, tá hon tók hann.

 

 

Hendingin hevur elvt til, at foreldur nú ávara á sosialu miðlunum og eggja til, at børn ikki eru úti uttan eftirlit har á leiðir.