Kvinna í stjórasessinum

P/F Esmar Simonsen á Kambsdali hevur fingið nýggjan stjóra. Tað er Elisabeth Eldevig, sum í framtíðini kemur at leiða fyritøkuna á Kambsdali

Stjóraskifti

Elisabeth Eldevig starvast í løtuni sum lærari á Handilsskúlanum á Kambsdali, har hon m.a. undirvísir í lærugreinunum, altjóða búskapi, fiskivinnu, sølu og tænastu og fyrisiting.
Men nú hevur Elisabeth sagt lærarastarvið frá sær og skal í framtíðini leiða fyritøkuna, P/F Esmar Simonsen á Kambsdali.
Elisabeth er 48 ára gomul og ættað úr Fuglafirði. Hon er gift við Anfinni Olsen av Toftum. Tey eiga 4 børn í aldrinum 7 ? 11 ár.
Leiðsluroyndir
Í 1987 tók Elisabeth útbúgving sum fiskivinnufrøðingur á Tromsø Universiteti í Noregi.
Vit kunnu siga, at Elisabeth Eldevig breyt burtur úr nýggjum, tá hon sum fyrsta føroyska kvinna tók útbúgvning sum fiskivinnufrøðingur.
Elisabeth royndi seg í øðrum arbeiði, áðrenn hon fór til Noregs í skúla. Eitt skifti arbeiddi hon sum gongsgenta á Landssjúkrahúsinum.
? Men eg fall altíð aftur á fiskivinnuna; tað var har, eg treivst best, sigur hon.
Umframt at sita í fleiri nevndum innan privatu fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi, hevur Elisabeth eisini sitið sum formaður í Føroya Jarðarráði. Hetta starv hevur hon røkt síðani novembur 1999. Harumframt hevur hon leiðsluroyndir frá Handils- og Frystivirkinum í Fuglafirði og Samfisk í Havn.
Ærligur ungdómur
Spurd, hví hon nú sigur lærarastarvið frá sær, sigur Elisabeth:
? Seinasta árið havi eg hugsað um at sagt lærarastarvið frá mær, tí eg ynskti at sleppa aftur
í privatu vinnuna at arbeiða. Eg hevði longu tikið avgerð um at siga upp, tá eg fekk tilboð um leiðarastarv hjá Esmar Simonsen.
Elisabeth sigur tó, at tað er ringt at siga næmingunum farvæl.
? Mær dámar at undirvísa, og tað er gevandi at hava við ungdóm at gera, sigur hon.
? Vit eiga eitt gott tilfeingi í ungdóminum. Ungdómurin í dag er ærligur, og hóast okkum ikki altíð dámar tað, tey siga, kunnu vit ikki siga annað enn, at vit koma øll longst við erligheit, sigur Elisabeth.
Elisabeth byrjar í nýggja starvi sínum 19. august, og tá eru viðskiftafólk vælkomin inn á gólvið at heilsa upp á nýggja stjóran.
Fyritøkan, P/F Esmar Simonsen, hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, og arbeiða nú eini 15 fólk hjá felagnum. Virksemi felagsins umfatar sølu av trukkum, trukklutum, Daewoo bilum, billutum og SKF legum. Harumframt rekur felagið bæði trukkverkstað og bilverkstað.