Sligin
Í vikuskiftinum varð ein kvinna sligin av einum manni í miðbýnum í Havn.
Tað var ein triði persónur, sum boðaði løgregluni frá tilburðinum.
Løgreglan sigur, at kvinnan, sum varð flutt á skaðastovuna, meldaði mannin fyri at hava sligið.
Maðurin hevur verið til avhoyringar, men noktar seg sekan.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum er meldaður fyri tilburðin, er síðst í 20-unum og kvinnan er nakað yngri.