Í Tibert hava myndugleikarnir tikið fleiri hundrað fólk, síðani tveir ungir munkar settu eld á seg í miðbýnum í høvuðsstaðnum Lhasa fyrr í vikuni fyri at mótmæla tí kinesiska stýrinum.
Samstundis vita tíðindastovurnar at siga, at ein kvinna hevur sett eld á seg eina aðrastaðni í landinum. Kvinnan, sum átti trý børn, setti eld á seg uttan fyri eitt buddhistiskt kleystur í Sichuan-landspartinum. Felagsskapurin Free Tibet sigur, at kvinnan, sum var miðskeiðis í tríatiárunum, doyði av brunasárunum.
Tilburðurin við teimum báðum ungu munkunum hevur eftir øllum at døma skelkað myndugleikarnar, tí hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur sett eld á seg mitt í høvuðsstaðnumm, har vaktarhaldið er sera strangt. Trygdarmenn lupu til og sløktu eldin, men annar av monnunum doyði kortini.
Tey seinastu trý árini hava 38 fólk í Tibet sett eld á seg fyri at mótmæla tí kinesiska stýrinum.