Ein eldri kvinna var um klokkan 11 í morgun árend av einum bili við fótgangarateigin niðanfyri SMS á Rasmus Effersøes gøtu. Talan var ikki um nakað álvarsligt ferðsluóhapp metti løgreglan á staðnum, men kvinnan var árend av einum bili og dottin.
Ein sjúkrabilur flutti eldru kvinnuna á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.