Um hálvgum eitt tíðina leygardagin hendi eitt ógvusligtferðsluóhapp á landsvegnum innan fyri Skipanes í Eysturoy.
- Boðini, vit fingu, vóru, at fólk sótu føst í báðum bilunum. Tí boðsendu vit sløkkiliði við útgerð at klippa sundur og at sløkkja, tí vandin fyri eldi er stórur í slíkum føri, sigur vakthavandi á Politistøðini í Runavík.
Annar oman av vegnum
Bilarnir komu koyrandi hvør sín veg, út og inn eftir Skálafjørðinum í Eysturoy, tá teir stoyttu saman innan fyri Skipanes. Annar bilurin varð standandi á vegnum, meðan hin varð slongdur oman í bøin.
Kvinnan í bilinum, ið stóð eftir á vegnum, sat føst í bilinum, meðan tað eydnaðist at fáa mannin leysan í hinum bilinum. Hóast tað sá rættuliga ógvusligt út, sluppu fólkini lutvíst lætt við beinbroti.
- Eitt beinbrot er sjálvandi ringt nokk, men tá vit hava í huga, hvussu tað kundi endað, so er tað rættuliga væl sloppið, sigur vakthavandi á Politstøðini í Runavík.
Nógvir bilar bíðaðu
Tað tók eina góða løtu at fáa kvinnuna úr bilinum, og landsvegurin varð tí stongdur. Vegurin er einasta bindilið millum økini, og tí stóðu rættuliga nógvir bilar í bíðirøð, eisini bussar við áskoðarum til flogbóltsfinalurnar í Havn.
Politiið hevur ikki endaligu niðurstøðuna um orsøkina enn, men annar bilurin hevur eftir øllum at døma koyrt í skeivari síðu. Koyrilíkindini vóru góð.