Er tað nakar, sum kann forða Hillary Clinton at gerast amerikanskur forseti aftan á valið í 2008, so er tað Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri. Tað skrivar viðmerkjarin og rithøvundurin Dick Morris í einari nýggjari bók, sum hann kallar "Condi ímóti Hillary".
Dick Morris var ráðgevi hjá Bill Clinton, forseta, men seinni hevur hann vent Clinton bakið, og hann er javnan gestur í tí konservativa sjónvarpinum Fox, har hann ikki aftrar seg við at finnast at fyrrverandi forsetanum og konu hansara, Hillary, sum er senatorur í New York. Eygleiðarar í Washington siga, at endamálið við bókini er ein roynd at ræða teir republikonsku veljararnar og at fáa republikanska flokkin at finna eitt valevni, sum kann vinna á Hillary Clinton, um hon ger av at stilla upp til forseta í 2008.
Sambært Dick Morris er tað bara Condoleezza Rice, sum kann basa Hillary Clinton. Condi, sum hon ofta verður kallað, avsannar, at hon ætlar sær at stilla upp, men Dick Morris væntar, at hon fer at royna seg kortini. Hann vísir á, at hvørki fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudolph Giuliani, ella senatorurin John McCain fáa ta neyðugu undirtøkuna í republikanska flokkinum, til at teir kunnu gerast forsetavalevni.
Dick Morris vísir eisini á, at Hillary Clinton fer at fáa nógvar atkvøður frá kvinnum og teimum svørtu, stillar hon upp, men at júst her kann Condolleezza Rice bjóða henni av, heldur hann.