29 ára gamla Yulia Samoylova skal umboða Russland í Eurovision, sum í ár verður hildið í Ukraina.
Tá ið Yulia var barn, varð hon rakt av varðandi lammilsi í báðum beinum, og hon brúkar koyrstól.
Yulia er annars kend songkvinna í Russlandi. Í 2013 var hon í finaluni í russiska X Factor, og í 2014 sang hon til setanarhátíðina á Paralympisku leikunum í russiska býnum Sochi.
Yulia Samoylova skal syngja sangin Flame is Burning.
Trýst á pílin í myndini omanfyri, og so kanst tú síggja hennara framførslu av sanginum.