Kvinna í ferðsluóhappi á Strondum

- Vit hava einki hoyrt aftur um, hvussu ferðsluóhappið er hent, men kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, er fingin út, sigur løgreglan.

Klokkan 19.12 í kvøld fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Strondum.

 

- Vit hava einki hoyrt aftur um, hvussu ferðsluóhappið er hent, men kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, er fingin út, sigur løgreglan.

 

Løgregla er á staðnum, og sjúkrabilur er á veg, men tá in.fo frætti fyri løtu síðan, var ikki greitt, hvussu støðan er hjá kvinnuni - og um hon verður flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar ella ikki.

 

- Vit vita bara, at kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, er fingin út. Meira vita vit ikki at siga í løtuni, sigur løgreglan.