Fyri fyrstu ferð hevur Suðurkorea fingið eina kvinnu í forsetaembætið. Tað hendi í dag, tá tann almenna valnevndin kunngjørdi, at tann konservativa Park Geun-hye hevur vunnið á andstøðuvalevninum, tí liberala Moon Jae-in, sum hevur ásannað ósigurin.
Valnevndin kunngjørdi, at tá næstan helmingurin av atkvøðunum vóru taldar, hevði Park fingið 52,5 prosent. Løtu seinni savnaðust viðhaldsfólk í stórum tal itytan fyri hús hennara í høvuðsstaðnum Seoul.
Tann 60 ára gamla Park Geun-hye er dóttir fyrrverandi einaræðisharran Park Chung-hee, sum stýrdi Suðurkorea frá 1961 til 1979. Mamma hennara varð myrd í 1974.