Tað var ikki nøkur stuttlig - ei heldur tespilig - sjón, sum møtti donsku kvinnuni, Dorte-Maria Kræmmer Møller, tá hon um vikuskiftið vitjaði Assistens kirkjugarð í Keypmannahavn. Í einum horni í kirkjugarðinum stóð ein slitin málingaspann við einum hálvum mannaskølti og fleiri mannabeinum.
- Eg havi ofta vitjað í Assistens kirkjugarði, men eg havi ongantíð sæð nakað sum hetta. Eg havi funnið nógv løgin ting í kirkjugarðinum hesi árini, men hetta er tað villasta nakrantíð, sigur Dorte-Maria Kræmmer Møller.
Donsk bløð, sum skriva um hetta mál í kvøld, hava verið í samband við Teknik-og Miljøforvaltningen, sum hevur ábyrgdina av nevnda kirkjugarði. Har siga tey, at tað má vera okkurt av teirra starvsfólkum, sum av eini ella aðrari orsøk hevur sett spannina eftir sær.
- Tað má vera onkur hjá okkum, sum hevur grivið beinini upp, men sjálvandi skuldu beinini verið grivin niður aftur. Her má vera hent eitt hvørt heilt merkiligt.
Tað sigur Bianka Saarnak hjá Teknik-og Miljøforvaltningen. Hon leggur aftrat, at tey fara alt fyri eitt at royna at finna út av, hvat í veruleikanum er hent, og løgreglan er eisini komin upp í málið.