Kvinna drigin eftir bussi

Ein óhugnaligur tilburður var klokkan 15.49 í gjár, tá Leið 2 koyrdi frá busssteðgistaðnum Inni í Gøtu í Hoyvík. Ein eldri kvinna fær annan fótin innum, tá hurðin fer aftur og bussurin koyrir avstað, og verður hareftir drigin fleiri busslongdir eftir vegnum

Tað var um reppið at ein vanlukka hendi við Niðarugøtu klokkan 15.49 í gjár. Bussurin steðgar sum vant við busssteðgistaðið við Niðarugøtu, og fólk fara av og í bussin. Ein eldri kvinna, um 70 ára aldur, skal í bussin, og hevur fingið annan fótin innum, tá hurðin brádliga klamsar aftur, bussurin koyrir avstað og kvinnan verður drigin fleiri busslongdir eftir gongubreytini, áðrenn ferðafólk inni í bussinum fáa gjørt vart við vandan og steðga bussinum.

Eitt eygnavitni, ið vit hava tosað við, øtast um tilburðin, og greiðir soleiðs frá hendingini.

- Henda eldri kvinnan kemur gangandi tvørtur um vegin frammanfyri bussinum, og yvir til busssteðgistaðið. Á teirri síðuni, har busssteðgistaðið er við Niðarugøtu, er einki annað enn júst hetta busssteðgistaðið, og er tað tískil eyðsýnt, at hon skal við bussinum. Men av teirri orsøk, at fremra hurðin á bussinum er óvirkin, noyðast øll ferðandi inn og út gjøgnum aftaru hurðina. Eg fari út úr bussinum, og bíði so til bussurin er farin avstað, áðrenn eg fari yvirum vegin. Eg síggi so at henda eldri kvinnan er á veg upp í bussin, og hevur fingið annan fótin innum, tá hurðin klamsar aftur og bussurin koyrir avstað. Kvinnan dettir og verður drigin eftir bussinum fleiri busslongdir, og eg renni so aftaná bussinum og buki á síðuna fyri at fáa steðgað bussinum. Ikki fyrr enn bussurin hevur koyrt nakrar busslongdir, hava ferðafólk inni í bussinum gjørt vart við vandan, og fáa til alla lukku steðgað bussinum. Tá eitt fólk soleiðs verður drigið eftir bussinum, er rættiliga skjótt at tað endar undir bussinum, og tí kundi hetta saktans endað við eini vanlukku, greiðir eygnavitnið frá.


Kanna tilburðin

Tað er Mouritsens Bussar, ið rekur alla busskoyringina fyri Tórshavnar Kommunu, og teir vátta, at hendingin er farin fram, og at teir kanna tilburðin.

- Vit hava fingið eina klagu um tilburðin, og vit eru í løtuni við at kanna, júst hvat er farið fram. Vit hava tosað við fólk, ið vóru inni í bussinum, og vit hava fingið frágreiðingina hjá bussføraranum, men enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fatur á konuni, ið varð drigin eftir bussinum. Men eg havi roynt at fáa fatur á henni, og fari at royna aftur. Vit kanna tilburðin, sigur Magni Mouritsen, tá vit ringja og spyrja um hendingina.


Ikki meldað til løgregluna

Eygnavitnið, ið vit hava tosað við, greiddi eisini frá, at kvinna tóktisk sera skelkað, og hevði fingið skursl á bein og armar av hendingini. Men løgreglan hevur onga fráboðan fingið um tilburðin, og á skaðastovuni kunnu tey ongar upplýsingar geva, hvørt kvinnan er komin inn til viðgerðar.

Tá blaðið fór til prentingar, hevði ikki verið gjørligt at fáa fatur á kvinnuni.