Kvinna bukað av sambúgvanum

Løgreglan leitar eftir einum manni, sum bukaði sambúgvan í nátt

Løgreglan er farin at leita eftir einum manni, sum var ógvuliga harðligur sambúgva sín í nátt.

 

Løgreglan sigur, at kvinnan varð bæði sligin við knýttum neva, umframt at hon hevði verið fyri øðrum harðskapi.

 

Tilburðurin varð meldaður og kvinnan fór á skaðastovuna til kanningar og at skjalprógva tey skaðar, hon hevur fingið.

 

Løgreglan sigur, at maðurin hevði verið so mikið harðligur, at kvinann hevur fingið nøkur blá merki, sum hann fór við henni.

 

Síðani hevur løgreglan leitað eftir manninum, men hann var farin heimanífrá og enn hevur ikki eydnast at finna hann.

 

Men løgreglan veit, hvør hann er, so tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann verður funnin og tikin til avhoyringar.

 

Løgreglan sigur, at harðskapur í parløgum er eitt øki, tey leggja stóran dent á arbeiða við, so maðurin skal vænta sær eitt eftirspæl.

 

Kortini ásannar løgreglan, at tað kann vera torført at handfara mál um harðskap í parløgum, tí mangan er kvinnan, sum aloftast er tann veikari parturin, bangin fyri manninum og torir ikki at viðganga harðskapin. Men tað er heldur ikki óvanligt, at kvinnan góðtekur harðskapin fyri ikki at oyðileggja parlagið.