Kvinna ákærd fyri ikki at hjálpa Minnu

39 ára gamla Lisbeth Rosenvold rýmdi frá Minnu Michelsen, sum stóð føst í mýrulendi og doyði. Nú er Lisbeth Rosenvold ákærd fyri at rýma frá einum menniskja í neyð

39 ára gamla Lisbeth Rosenvold er ákærd fyri ikki at hava hjálpt einum menniskja í neyð, tá hon í fyllskapi í juli í fjør fór frá 48 ára gomlu Minnu Michelsen úr Havn, sum hevði gingið seg fasta í einum vátlendi við Nykøbing Falster í Danmark í summar.

 

Minna Michelsen, sum var menningartarnað, doyði ein pínufullan deyða og varð ikki funnin fyri enn fleiri dagar eftir, at hon varð eftirlýst.

 

Eftir eitt drukkkvøld í býnum hevði Lisbeth Rosenvold bjóðað Minnu Michelsen heim við sær at síggja nakrar hundahvølpar. Men gestblídni hennara enda í sorgarleiki, tí Minna Michelsen doyði

 

Nú um dagarnar stendur Lisbeth Rosenvold ákærd í rættinum fyri ikki at hjálp einum menniskja í neyð. Hon noktar seg tó seka, og greiddi í rættinum í gjár frá, at tað var Minna Michelsen, sum hevði skotið upp, at tær í náttarmyrkrinum skuldu stytta sær leiðina tvørtur um mýrulendið.

 

Tá tær høvdu gingið seg nakað inn í mýrulendið, stóð annað beini hjá Minnu fast, og tann spinkla Lisbeth Rosenvold megnaði ikki at fáa Minnu leysa aftur. Men hon roydni fleiri ferðir, segði hon í rættinum.

 

Tí – segði hon – fór hon frá Minnu fyri at biða um hjálp. Men í staðin fyri beinanvegin at boða frá, fór hon at drekka víðari og gloymdi alt um bjargingina.

 

– Tað var tíðliga um morgunin, men eg sá nakrar mans á einum traktori, og tá eg ongar sigarettir ehvði, bað eg menninar um sigarett, segði hon í rættinum, um tey fyrstu menniskjuni, hon møtti eftir at hon var farin frá Minnu.

 

– Teir bjóðaðu mær eisini øl, og vit sótu og prátaðu eitt sindur. Eg segði teimum um Minnu, en teir hildu ikki, at nakar vandi var á ferð. Lendið var ikki serliga vátt hesa árstíðina, so tað klárar hon uttan trupulleikar, hildu teir. Hesum trúði eg. Teir kendu jú øki, vildi eg hildið, greiddi Lisbeth Rosenvold frá.

 

Tað gingu so meira enn fimm samdøgur, áðrenn Lisbeth Rosenvold greiddi politinumfrá, at hon síðst hevði sæð Minnu Michelsen úti á mýrulendinum. Tað var tá politiið spurdi hana, tí vitni høvdu greitt frá, at Minna seinast varð sædd saman við Lisbeth Rosenvold

 

Hon greiddi víðari frá, at hon dagin eftir var farin til Greve fyri at vera saman við børnum sínum, sum vórðu tvangsflutt frá henn stutt frammanundan.

 

– Tey eru alt fyri meg. Lívið hjá mær er í spønum, og eg fái ikki konsentrerað meg um annað, hevur hon sagt við Ekstarabladet

 

Lisbeth Rosenvold er ákærd fyri 30 ymisk mál. Tey flestu snúgva seg um tjóvarí, herverk og gøtuófrið. Men ákæran um ikki at hava hjálpt Minnu Michelsen er nógv hin álvarsamasta.