Ein kvinna er dømd 40 dagar treytaða fongsulsrevsing, fyri at skera ein mann í armin Týskvøldið um midnáttarleitið, komu ein maður og ein kona í Sørvági til illnar.
Sambært Bergleif Brimvík, kriminalovasta, var ein knívur havdur á lofti, og kvinnan skar mannin í armin við knívinum.
Hetta skrivar Vágaportalurin.
Løgreglan var á staðnum og tað endaði við, at kvinnan var tikin suður til Havnar at brumma, og nú seinni í gjár var grundlógaravhoyring.
Kvinnan varð eisini dømd í gjár og fekk ein treytaðan dóm við 40 daga revsitíð, men við eini royndartíð upp á tvey ár, upplýsir Vágaportalurin.