“Kvinna 2” á marknaðin

Í dag er fløgan Kvinna 2 komin, her eru 15 løg við úrvaldum sangum frá føroyskum

kvinnum.

 

Tað eru Tutl og Kvinna, sum hava samstarvað um fløguútgávuna. Sigast kann um fløguna, at huglagið á fløguni broytist eftir lívsins skiftandi umstøðum - frá leikandi lættari gleði til tunga sorg og frá ørandi kærleika til politiska tilvitan og ábyrgd. Eisini umboðar fløgan fantastiskar songkvinnur í øllum aldri, eisini tær, sum eru í byrjanini av síni songkarrieru.

 

- Fløgan hevur eitt gott bland og er lekkur at lurta eftir, siga umboð fyri Tutl í dag.

 

Fyrsta Kvinnufløgan kom út í 2004, tá Kvinna kom út fyri fyrstu ferð. Fyrsti sangur á hesi fløgu var sangurin við Lenu Anderssen: Oh My Lady. Stórur eftirspurningur hevur verið eftir hesum sanginnum, tí er hesin sangur eisini tann fyrsti á nýggju fløguni.

 

Ein spildurnýggjur sangur eftir Eivør Pálsdóttir er á fløguni. Hetta er ein sera vakur kærleikssangur, sum eitur ’Eg veit’. Tveir aðrir sangir eru ikki útgivnir fyrr á fløgu. Hesir eru eftir Arnfríð Lutzen og Kristel Lisberg.

 

Haldarar av Kvinnu í eitt tíðarskeið at fáa fløguna sum haldaragávu, og hon verður eisini at fáa í TUTL á Glade Hjørn og í handlum kring alt landið.

 

Síggj løgini her: www.tutl.com/shop/index.php

 

Hesum boða Tutl frá í dag.