Vaktarskipið Gormur er á veg eftir Kvikk og væntast at vera á leiðini um sjeytíðina í kvøld.
Tað var eftir at teir høvdu sett seinnapartin, at gearið brotnaði, og nú skipið liggur og drívur stendur reiðskapur úti fyri 200.000 krónur, sum teir ikki fáa innaftur.
Teir ætla at royna at fáa annað skip at taka reiðskapin.
Gormur væntast á Havnini ella Miðvág við Kvikki um eitt tíðina í nátt.










