Sveinur Tróndarson
Seint týskvøldið kom Gormur á Klaksvík við línuskipinum Kvikk, sum fekk maskinbrek týsdagin.
Tað var, meðan teir vóru í holt við at draga línuna, í ein útsynning úr Mykinesi, at gearið brotnaði. Skiparin legði stilt alt fyri eitt, og sendi boð eftir skipinum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Línuna mátti skipið lata standa til ein annan klaksvíksbát, Pison, at taka upp.
Reiðarin á Kvikk, Hans Oluf Johannessen sigur, at tað eftir øllum at døma er ein splitta, sum er dottin úr, og sum hevur gjørt, at ein stong hevur gjørt um seg.
- Men av tí, at vit hava steðgað motorinum beinanvegin, er skaðin ikki so umfatandi. Heilt hvussu umfatandi veit eg ikki, sigur Hans Olaf.
Tí veit hann í fyrsta umfari ikki nær Kvikk fer aftur til fiskiskap, men í sama viðfangi leggur hann afturat, at teir frammanundan høvdu ætlað, at skipið skuldi á sleipistøð í næstu viku, so tað er ikki óhugsandi, at alt nú verður gjørt um eina leið.
- Tí rokni eg ikki við, at vit fara út aftur áðrenn Norðoyastevnu, sigur hann og leggur smílandi afturat, at nógvir av manningini umborð á Kvikki eru so ungir. ? Teir vilja fegnir hava Norðoyastevnuna við.
Annars sigur Hans Oluf, at fiskiskapurin við Føroyar er vánaligur í løtuni. Tá skaðin hendi, hevði Kvikk umleið 20 túsund pund inni, og tað er lítið.
- Mai mánaði er ofta øgiliga vánaligur, so nú mugu vit bara vóna, at tað verður frægari í næsta mánað, sigur Hans Oluf.
Kvikk hevur eisini íslandsloyvið, men hóast tað kanska hevur verið frægari fiskiskapur har yviri, so verður tað ikki farið til Ís-lands í fyrsta umfari.
Kvikk er 13 ára gamal og tí eitt av teimum nýggjaru skipunum í flotanum. Fyri tey, sum hava eitt sindur av áhuga fyri skipum, kunnu vit siga, at tað er gamli Saturn III, sum hevur fingið navnið Kvikk eftir at hann er seldur til Klaksvíkar