Liðin eru meira enn 25 ár, síðan Saab byrjaðu við sínum turbo bensinmotorum, sum teir eru so kendir fyri. Men turbodiesel motorarnir standa einki aftanfyri.
Tað eru nú nøkur ár síðan Saab komu á marknaðin við sínum fyrstu dieselmotorum, og var tað ivaleyst ein røtt avgerð at taka. Motorarnir roynast væl, eru kvikir, larma lítið og eru lutfalsliga økonomiskir.
Saab 9-3 Sport Sedan fæst við tveimum 1,9 litur dieselmotorum við ávikavist 120 og 150 hk. Um vit samanlíkna báðar 1,9 litur TiD dieselmotorarnar, vísir tað seg, at tann størri er bert 2 sek. kvikari,, og oljunýtslan er næstan tann sama. Talan er um tveir sera kvikar dieselmotor, ið larma lítið inni í kabinuni og eru næstan sum bensinmotorar at koyra við. Saab 9-3 Sport Sedan fæst annars við fýra ymiskum 4 syl. besinmotorum frá 122 til 210 hk.
Bæði hvat aktivu og passivu trygdini livir 9-3 Sport Sedan upp til tað, ið vit kunnu vænta av einum Saab. Umframt ABS bremsuskipan og elektroniska deiling av bremsukraftini (EBD) hevur bilurin eisini Traction Control System (TCS), elektroniskan stabilisator (ESP), mekaniskan bremsuassistent (MBA) og (CBC) ið ger at til ber at bremsa og stýra samstundis, uttan at bilurin glíður út til síðuna.
Nógvar ymiskar trygdarskipanir, ið eru innbygdar í bilin, verja bilføraran og tey ferðandi sum t.d. Saab Aktive Head Restraint (SAHR) nakkapúturnar sum verja væl móti skaða á hálsin og nakkan.
Bilurin vit royndarkoyrdu var ein væl útgjørdur 1,9 TiD (120 hk) við leðursetrum, acc-klimakontroll og E-pakkanum við leður-ratti, radio v. fløguspælara, ið kann stillast á rattinum, ferðpiloti, tokulyktum og 16" alu-felgum. Hesin bilurin kostaði kr. 362.400,-
Saab 9-3 Sport Sedan 1,9 TiD
Motorurin1,9 litur 4 syl. TiD við 120 hk
0-100 km/t11,5 sek
Oljunýtsla17,2 km/l
Dekkstødd215/55 -16
Stødd og vekt
Longd463,5 cm
Breidd176,2 cm
Hædd146,6 cm
Eginvekt1425 kg
Viðførisrúm425 litrar
Prísurkr. 323.000,- (standardútgávan)
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo