Kvik-Køkar í nýggj hølir

Í dag, 19. juli, flytir køkshandlin, Kvik-Køkar, av Heykavegnum, har teir áður hava hildið til, yvir í bygningin hjá Bakaríðnum hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin í Havn.

Hans Michael Hansen, sum eigur og rekur Kvik-Køkar, sigur at teir nú fáa yvir hundrað fermetrar meira at ráða yvir. Nýggi handilin er 250 fermetrar. Hans Michael yvirtók Kvik-Køkar fyri trimum árum síðan. Nú kunnu fólk sjálvi gera av, hvussu nógv tey vilja gjalda fyri køkarnar. Um tey sjálvi heinta køkin og seta hann saman, eru nógvir pengar at spara, sigur Hans Michael. Í nýggju hølunum er eisini ein søluframsýning av málningum hjá 25 ára gamla Kristian Tórsson úr Klaksvík. Móttøka verður í handlinum frá kl. 10-14, har kaffi og køkur eru tey vaksnu, og okkurt eisini er til børnini.