Fyri júst einari viku síðani gjørdist greitt, at Johnny í Grótinum ikki longur er stjóri í Kringvarpi Føroya. Eftir smáar 10 mánaðir skal Kringvarpið sostatt hava ein nýggjan stjóra. Hetta tíðarbili hevur í stóran mun verið merkt av orrustuni millum Liljan Weihe, frákoyra tíðindaleiðaran, og Johnny í Grótinum, nú fráfarna stjóran.
Spurningurin, sum enn stendur ósvaraður er, hvat nú skal henda við Liljuni Weihe. Tað var síðst í november í fjør, at Liljan Weihe fekk ætlanarskriv um uppsøgn, og stutt fyri jól varð hon endaliga uppsøgd. Mentamálaráðið ógildaði uppsøgnina, men hevur eisini í nágreining til Johnny í Grótinum staðfest, at tað er stjórin í Kringvarpinum, sum hevur leiðslurættin í starvsfólkamálum. Síðani setti Johnny í Grótinum Liljuna Weihe í nýtt akademiskt starv, har hon í dag arbeiðir.
Men Liljan Weihe hevur kært hetta til Mentamálaráðið. Sambært henni og sakførara hennara, Sigmundi Poulsen, er tað reelt at meta sum ein uppsøgn orsaka av innihaldinum í tí starvinum. Mentamálaráðið situr tí enn einaferð við málinum um Liljan Weihe, og er tað hendan avgerðin hjá Mentamálaráðnum, sum bíðað verður eftir.
Torkil Rasmussen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum sigur, at tey vænta, at avgerð fellur í seinastu kæruni síðst í komandi viku. Spurningurin er so, hvat niðurstøðan frá Mentamálaráðnum fer at viðføra. Um so er, at Mentamálaráðið gevur Liljan Weihe viðhald í kæruni, so kann hugsast, at hon verður sett aftur sum tíðindaleiðari. Um ikki, so skal hon í øllum førum í annað starv í Kringvarpinum. Um Mentamálaráðið ikki gevur Liljuni Weihe viðhald, so er spurningurin, um hon verður sitandi í akademiska starvinum, sum er upprættað til hennara í hesari orrustuni, ella um nýggja leiðslan í Kringvarpinum fer at ynskja okkurt annað. Kári Sólstein, fyribilssettur stjóri í Kringvarpinum sigur við in.fo í dag, at hann hevur onga viðmerking til starvsfólkamál.