Ávísir prestar nokta fyri at skriva lestur til Kringvarp Føroya, tí at samsýningin er ov lítil. Tað skrivar kringvarpsleiðslan í einum innanhýsis skjali, sum leiðslan tó hevur sent Mentamálaráðnum sum part av einum svarskrivi til broytingarnar í kringvarpslógini.
Í viðmerkingunum til átrúnaðarligu sendingarnar í Kringvarpinum skrivar kringvarpsleiðslan, at samsýningin fyri at skriva morgunlestrar, andaktir og líknandi ikki er dagførd í mong harrans ár.
- Summir prestar nokta fyri at skriva lestrar, tí samsýningin er so lítil, skrivar kringvarpsleiðslan og metir at ein hækkað samsýning fer at kosta stovninum 200.000 krónur.
Armgarð Arge, sum er samskipari av átrúnaðarligu sendingunum hjá Kringvarpinum, er skelkað, tá innihaldið í skrivinum verður endurgivið henni.
- Hatta er ein lodrøtt lygn. Eg havi sjálv ábyrgd av at ringja til prestar og biða teir gera morgunlesturin og ikki ein tann einasti hevur nakrantíð sagt nei, sigur hon. Hvaðani upplýsingin, um at summir prestar skulu nokta at hava morgunlesturin stavar, veit hon ikki at siga.
Dia Midjord, kringvarpsstjóri, hevur sent svarskrivið við innanhýsis skjalinum til Mentamálaráðið. Hann er skjótur at vísa á, at innanhýsis skjalið ikki er meint sum eitt hoyringssvar til Mentamálaráðið um spurningin viðvíkjandi broytingunum í kringvarpslógini.
- Vit hava sent eitt hoyringssvar, har vit viðmerkja einstaku uppskotnu broytingarnar í lógini. Harumframt hava vit sent Mentamálaráðnum eitt innanhýsis skjal, sum vit hava gjørt, fyri at vísa, hvør okkara veruligi tørvur er, sigur hann.
Dia Midjord váttar tó, eftir at hava kannað málið, at óhepna orðingin um prestarnar er skeiv.
- Tað er satt, at samsýningin ikki er dagførd síðani 1990, men tað passar ikki, at nakar prestur hevur noktað at skriva lestur. Tað er tó nevnt á onkrum fundir, at vit burdu hækka samsýningina, fyri at gera tað hugaligari hjá prestunum at taka hesa ábyrgdina á seg. Men sum sagt, eingin prestur hevur noktað at skriva lestur fyri Kringvarp Føroya, sigur stjórin í Kringvarpinum.
Inannhýsis skjalið ber heitið Kostnaðurin at reka Kringvarp Føroya og veruligi kostnaðurin at reka ein Public Service Miðlastovn og er skrivað síðst í 2015, sæst av formælinum til skrivið. Í skjalinum vísir kringvarpsleiðslan á, hvørja játtan einstøku økini á stovninum fáa, hvørjar betringar, stovnurin kundi hugsað sær, og hvør samlaða játtanin skuldi verið, um stovnurin veruliga skuldi røkt sínar Public Service skyldur til fulnar, sum stovnurin sjálvur málber seg.
Vit hava tó eitt dømi, har tað vísir seg, at upphæddin, sum verður sett á, 200.000 krónur, er tikin meir ella minni úr leysari luft og at grundgevingin fyri hesi neyðugu hækking av játtanini er ósonn. So er spurningurin, hvussu stórt álit kann festast til restina av innihaldinum.
Dia Midjord heldur fast við, at talan er um eitt innanhýsis skjal. Tó so, skjalið er sent til Mentamálaráðið og limirnir í mentanarnevnd løgtingsins til kunningur, nú teir viðgera broytingar í kringvarpslógini, har ímillum, hvussu játtanin til Kringvarp Føroya skal fáast til vega.
Les meiri í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í dag.