Tað var flott av Kringvarpinum, ið ruddaði skránna leygarmorgunin - í gjár, til fyrimunar fyri einum práti og hugleiðingum annars um sjómannadagin, sum kundi havt verið henda dagin; men tó avlýstur vegna koronu.
Eyðfinn Jensen frá Kringvarpinum, sum annars eina mest tekur sær av at samskipa á tónleikaøkinum og skipar fyri tónleikasendingum, tók taskuna upp á nakkan og koyrdi til Klaksvíkar, har hann steig umborð á Ågot og heilsaði upp á reiðaran, skiparan og stundum stýrimannin, Eyðstein Poulsen.
Aftur við einum góðum kaffimunni í hugnaligu messuni fingu teir eitt sera hugnaligt og viðkomandi prát um lívsleiðina hjá Eyðstein – skúlagongd, egning, útróður, fara til skipa, fara upp á skiparaskúla og so aftur til skips sum stýrimaður og skipari.
Eisini um, hvussu skiftandi vinnulíkindi, veður, fiskaprísir, fiskimøguleikar, fíggjarviðurskifti og so mangt annað ofta eru tær broytiligu fyritreytir hjá teimum, ið søkja sjógvin – bakkast og góðar tíðir.
##med2##
Síðani var sjálvandi komið inn á sjómannadagin og hvussu hann er skipaður, og at tað alla tíðina eru gjørdir batar. Greitt var frá um bygnaðin við eini fýramanna nevnd: Karl Birgir Isaksen, formaður, Eyðstein Poulsen varaformaður, Oliver Joensen og John William Joensen. Uppgávan hjá Eyðstein hevur eina mest verið at taka sær av trygdini.
Tað er kommununi og einum sterkum vinnulívi, sum stendur væl saman um Føroya Sjómannadag, fyri at takka, at tað ber til at skipa fyri einum so stórum tiltaki sum Føroya Sjómannadegi, har alt er ókeypi, segði Eyðstein sannførandi.
##med3##
Standmynd
Fyri tí um Føroya Sjómannadagur ikki verður í ár vegna koronu, so taka fyrireikararnir sær ikki av løttum. Edward Fuglø, listamaður heitti á teir í vetur um teir ikki vildu vera við at heiðra teir báðar listamenninar Fridtjof Joensen og Hans Hansen.
Hesir kendu listamenninir eru báðir bornir í heim í Mikladali. Í ár høvdu fylt 100 ár. Fridtjof Joensen 3. september og Hans Hansen 14. november.
Tað var ikki hálvtalað orð, so fóru menninir handan Føroya Sjómannadag í samstarv við vinnuna um møguligan stuðul. Nógv skip í Klaksvík vildu vera við, og 3. september verður standmyndin so avdúkað.
##med4##
Talan er um eitt minni forarbeiði til eina møguliga standmynd, sum Fridtjof einaferð gjørdi, ið nú er uppskalerað og stoypt úr bronsu.
Standmyndin er gjørd og kemur til Føroya ein av fyrst døgunum. Í góðum samstarvi eisini við Klaksvíkar Kommunu, verður standmyndin sett upp á horninum Kommunubrekka, Víkavegur - og hevur Mentanardeildin lagt til rættis eitt minni hátíðarhald við standmyndina, sum verður nevnda dag, 3. september.
Vónandi ber til kanska í november at skipa fyri eini listaframsýning av verkum eftir Fridtjof Joensen og Hans Hansen.
##med5##
Syngið við
Prátið í messuni umborð á Ågot, sum var frá kl. 10, endaði eftir miðdag við, at Eyðfinn Jensen hitti Hans Hjalta Skaale, sum greiddi frá, at hann og Hóraldur Joensen skipaðu fyri einum ”Syngið við tiltaki” á netinum, ið annars plagdi at vera í teltinum á Sjómannadegnum.
Ein frálíka hugnalig og viðkomandi sending hjá Eyðfinni Jensen og Kringvarpinum ein drúgvan leygarmorgun í Klaksvík. Takk fyri tað!
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##




















