KVF stroymar ikki dystin uttanlands

Tað verður ikki gjørligt hjá føroyingum uttanlands at síggja landsdystin millum Føroyar og Portugal á kvf.fo

Fá munnu vera so glað fyri netvarpið hjá KVF sum føroyingar uttanlands.

 

Hjá útisetum er tað ein sera góður hentleiki fyri at fylgja við, hvat rørir seg í Føroyum og nógv teirra virðismeta høgt at síggja føroysku sendingarnar, hóast tey ikki eru stødd í Føroyum.

 

Beinleiðis tiltøk vera eisini stroymaði á kvf.fo og mangur føroyskur útiseti hevur notið bæði valkvøld og landsdystir á kvf.fo.

 

So verður ikki í kvøld. Kringvarp Føroya hevur fingið nógvar fyrispurningar frá útisetum, um dysturin verður stroymaður á kvf.fo, men svarið frá stovninum er noktandi.

 

- Vit hava tíverri ikki sjónvarpsrættindi at stroyma dystin til fólk, sum ikki eru í Føroyum, skrivar Kringvarpið á Facebook-síðu síni.

 

Føroyingar uttanlands mugu tí leita sær fram onkrar lokalar sjónvarpsstøðir. Í skrivandi stund er vist, at Skysports 1 og Eurosport 2 senda dystin. Ert tú í Keypmannahavn, vísir Føroyahúsið eisini dystin.