Í dag fyllir Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya, 50 ár.
Dia Midjord, um hevur journalistútbúgving og hevur starvast á fleiri miðlum, hevur verið stjóri í Kringvarpinum síðani 1. august 2012.
Herfyri boðaði Dia Midjord frá, at hann fór ikki at søkja starvið av nýggjum, tá ið 5 ára áramálssetanin var úti seinni í ár. Stýrið fyri Kringvarpið hevur síðani sett Johnny í Grótinum sum nýggjan Kringvarpsstjóra.
Dia Midjord var í nógv ár hondbóltsspælari á hægsta stigi í Føroyum, og hann hevur eisini venjaraútbúgving og hevur virkað sum venjari í fleiri umførum.
Miðlahúsið ynskir Dia Midjord hjartaliga til lukku við degnum.










