Seinasta mánaðin hevur Kringvarpið vitjað ymsu valstøðini í Føroyum.
Tað hevur verið sera áhugavert og hugvekjandi at hoyra borgarar, sum liva og búgva á teimum ymsu støðunum, greiða frá, hvat tey halda hevur týdning, og hvat eitt komandi býráð eigur at gera betri, fyri trivnaðin og umstøðurnar annars, í júst teirra kommunu.
Eftir mínum tykki, eigur tað at vera lagamanni, at fáa nógv av hesum gjørt.
Fleiri av ynskjunum hava ikki nógvan kostnað við sær, tað er meiri ein spurningur um vilja og árræði hjá politikarum, at fáa tey framd.
Í gjárkvøldið var túrurin komin til Tórshavnar Kommunu, har vitja varð í Kollafirði, Signabø, Oyrareingjum, Kirkjubø og Velbastað.
Og eg undrist stórliga!
Tað skuldi verið so sera einfalt at avgreitt ynskini hjá borgarunum, ella í minsta lagi víst á eina raðfesting, nær væntast kann at hesi verða avgreidd. Soleiðis merkja borgarar at ynskini ikki bert verða hoyrd, men eisini tikin til eftirtektar og avgreidd.
Hvør veit betri, enn tey sum dagliga síggja og uppliva manglarnar?
Politikkarar mugu taka annað skinn um bak, og vísa í verki, hvat uppgávan hjá teimum fólkavaldu er, og seta út í kortið eina heildarætlan fyri alla kommununa, fyri bæði smáar og størri ábøtur.
Tað hevur so ómetaliga stóran týdning fyri borgaran, at síggja at nakað, sum hevur týdning fyri einstaka økið, verður raðfest og framt.
Sjálvandi hava politikkarar síni hjartamál, og brenna fyri áhugamálum, sum standa teimum nær, og sum eru innanfyri egna vitan og førleikar.
Men vit mugu fyri alt í verðini ikki gloyma, at politikkarar eru fólkavaldir, við tí fyri eygað at gera nakað munagott, sum kann bøta um gerandisdagin hjá tí einstaka, á økjum og í tænastu, sum kunnu lætta og fríðka um, har borgarin býr.
Á fleiri økjum verður spurningur settur við, hvørs tað er landið ella kommunan sum eigur ábyrgdina?
Eg vildi mett, at tað er ein skylda hjá kommununi at hava tætt og skilagott samstarv við landspolitikkarar, soleiðis at til ber at fremja tær neyðugu broytingarnar, fyri at borgarin trívist, følir seg hoyrdan, og merkir at tey, sum stýra og soleiðis sita við ábyrgdini, ikki bara lurta, men mest av øllum handla.
Súna Mørk, valevni hjá Javnaðarflokkinum

KvF rundferðir












