Tað er ein óskikkur, at stjórin blandar seg upp í tíðindaflutningin. Tað forðar okkum í okkara arbeiði, men tað kann eisini verða ein trupulleiki fyri stjóran sjálvan.
Tað er ein niðurstøða hjá Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, sum stjórin, Johnny í Grótinum, nú ætla at siga úr starvi, tí hon skal hava verið ílloyal ímóti honum og skal hava skatt umdømið hjá Kringvarpinum.
Tí fekk Liljan Weihe ætlanarskriv um uppsøgn, sum vit áður hava greitt frá her á www.in.fo.
Liljan Weihe hevur nú svarað uppá tey viðurskifti, sum eru umrødd í ætlanarskrivinum. Og í viðmerkingum sínum, sum vit hava fingið innlit í, vísir Liljan Weihe á, at Johnny í Grótinum blandaði seg so illa upp í dagliga tíðindaflutningin í sambandi við skattmálið hjá Eik, at tað var ein trupulleiki – ikki bara fyri tíðindaflutningin, men tað kundi eisini verða ein trupulleiki fyri stjóran sjálvan.
– Tað er rætt, at stjórin hevur blandað seg óalmindiliga nógv upp í dekningin av skattamálinum, sigur Liljan Weihe.
Hon sigur, at Johnny í Grótinum blandaði seg so illa upp í, at hann enntá kravdi at fáa frágreiðingina hjá Bárði Larsen um Taks. Tað gjørdi hann upp undir eina samrøðu við Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks, um skattamálið.
Hon vísir á, at tað var annars ein frágreiðing, tey høvdu fingið undirhonds, og í trúnaði. Tað var landsstýrið, sum bað Bárð Larsen gera eina frágreiðing um málið um skattafrádráttin hjá Eik.
– Tað er óbehagiligt at stjórin, sum ongar royndir, og onga útbúgving hevur, sjálvur skal gera journalististiskar metingar av okkara dekningi, sigur Liljan Weihe.
Her meinar hon við, at hann hevur onga journalistiska útbúgving.
Hon vísir á, at talan er um ein dekning, sum hevði vart meiri enn hálvtannnað ár, og við nógvum kanningararbeiði, men kortini metti stjórin, at hann kundi seta seg inn í málið eitt vikuskiftið.
– Tá vistu vit ikki, at stjórin í hálvtannað ár hevði roynt at ávirka dekningin og hevði samskift beinleiðis við høgtstandandi persónar í TF/Betri-samtakinum.
Liljan Weihe sigur, ongin annar stjóri hevur átikið sær leiklutin sum yvir-tíðindaredaktørur og hon heldur eisini, at tað er ein óskikkur, og forðar teimum í teirra arbeiði. Men samstundis kann tað eisini verða ein trupulleiki hjá stjóranum sjálvum.
Men hon sigur, at tá ið Johnny í Grótinum bað um at fáa frágreiðingina frá Bárði Larsen, var tað fyri at gera eina redaktionella meting av dekninginum. Hann skrivaði eisini eitt drúgt skriv, har hann lutvíst var samdur við atfinningunum hjá Taks-stjóranum.
Liljan Weihe sigur, at uppíblandingin hjá Johnny í Grótinum hevur eisini havt avleiðingar fyri tíðindaflutningin, tí ístaðin fyri at arbeiða við tíðindum, hevur hon arbeitt at kalla fulla tíð, tíðliga og seint, bæði gerandis og heilagt, við at svara fyrispurningum frá honum.
Hon staðfestir samstundis, at tað hevur eisini avleiðingar fyri tíðindaflutningin, at stjórin kærir sína egnu tíðindadeild fyri Fjølmiðlanevndina og tá ið hann setir ein eftirmetingarbólkat kanna dekningin av skattamálinum.
Hon sigur, at tað ávirkar eisini tíðindaflutningin at tey, hvørja ferð tey hava havt eitt kritiskt innslag, skulu brúka fleiri tímar upp á fundir við stjóran fyri at verja tað kritiska innslagið.
Og tað ávirkar eisini tíðindaflutningin, áhaldandi at vera undir trýsti.
– Mann verður óttafullur og tað kann elva til sjálvsencur í berari ræðslu av stóra eftirlitinum og misálitinum hjá stjóranum, sigur Liljan Weihe.
Vit hava nógv meiri um málið í Sosialinum hetta vikuskiftið.