Orrustan í Kringvarpinum hevur nú tikið enn eina nýggja vend. Tí í dag hevur Sigmund Poulsen, sakførarin hjá Liljuni Weihe, sent eina kæru til Mentamálaráðið. Tilfarið, sum er sent við kæruni, er drúgvt, men sjálv kæran sæst her:
Kæra um uppsøgn av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í KVF
Sum advokatur fyri Liljuna Weihe (LW) skal eg við hesum vísandi til § 23 í løgtingslóg um kringvarp kæra Kringvarp Føroya fyri landsstýrismanninum í mentamálum ósakliga og fyrisitingarliga mangulfulla avgerð um uppsøgn, smb. uppsagnarskriv 21. desember 2017
Sum stuðul undir páhaldum mínum, vísi eg fyrst og fremst til tað, sum eg føri fram í hoyringssvarinum (skjalamappa 2), herundir serliga
- at LW ikki hevur borið stýrisformanninum ósannar ákærur og skuldsetingar um kringvarpsstjóran
- at LW ikki hevur borið Sosialinum hesar somu upplýsingar
- at óansæð faktum hesum viðvíkjandi er uppsøgn eitt fyrisitinarliga óproportionalt stig at taka í føri sum hesum
Út frá viðhefta tilfari geri eg eisini galdandi
- at kringvarpsstjórin hevur gjørt avtalu við TAKS-stjóran
- at LW í hvussu er hevði allar góðar grundir til at halda at so var
- at kringvarpsstjórin hevði gegnistrupulleikar, sum ikki loyvdu honum so intensiva uppíblanding í tíðindaflutningin um skattamálið hjá EIK
- at tað kann ikki ganga út yvir LW, hvussu Sosialurin fær fatur á tilfari, og hvussu tað verður sett upp
Eg leggi við fylgjandi tilfar:
Skjalamappa 1: Uppsagnarskriv 21. desember 2017 saman við ætlanarskrivi 30. november 2017
Skjalamappa 2: Hoyringssvar mítt vegna LW frá 13. desember 2017
Skjalamappa 3: Teldupostur 28. september 2017, sum er grundarlag undir fatan LW um serliga avtalu millum kringvarpsstjóran og TAKS-stjóran.
Skjalamappa 4: Ymiskt samskifti um skattamálið hjá Eik í tíðarskeiðnum frá 14. apríl 2017 og fram til 23.oktober 2017, herundir
- Sami teldupostur frá 28. september 2017
- Sjúkramelding hjá LW vegna strongd beint eftir hetta
- Teldupostur 23. oktobner 2017 frá Jan Lamhauge til stjóran um uppíblanding og ógegni
Skjalamappa 5: Teldupostur 23.oktober 2017 frá kringvarpsstjóranum til Rógva Olavson og LW, sum stjórin fyrr í ár hevur sent Jón Brian Hvidtfeldt, viðheft hópin av tilfari um skattamálið hjá Eik, sum kringvarpsstjórin hevði.
Skjalamappa 6: Tilfar frá desember 2017 í tíðini eftir at LW hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn, herundir
- Teldupostar frá Jan Lamhauge, Rógva Olavson og Rólant Waag Dam til kringvarpsstýrið
- Frágreiðing frá Jan Lamhauge til kringvarpsstýrið
- Notat um eftirmeting frá Rógva Olavson
Eg vísi til tilfarið í sínari heild.
Biðið verður um, at landsstýrismaðurin í mentamálum annullerar uppsøgnina og syrgir fyri at Liljan Weihe kemur aftur til arbeiðis sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.
Hetta skriv við fylgiskjølum í skjalamappunum 1 til 6 verður borið Mentamámaráðnum










